Thor og MEST gjørt sáttmála um umbygging av Thor Omega M/s

vinna17-07-2019 - 09:04 - Jóanis Nielsen

P/F Thor og P/F MEST hava gjørt sáttmála um umbygging av skipinum Thor Omega M/s. Talan er um at byggja, og íseta eina nýggja sektión undir brúnni. Í nýggju sektiónini eru 15, 2 manskømur, vesir o.a.

Thor Omega M/s er bygdur á MEST á Skála í 2008. Arbeiðið verður gjørt í heyst á MEST í Tórshavn, og snýr seg í høvuðsheitum um at byggja sektiónina lidna í byggihøllini innan skipið kemur, fyri síðani at loysa brúnna oman av tá skipið er komið, seta nýggju sektiónina umborð og so áseta brúnna omanáaftur nýggju sektiónina.

Kelda: Mest.