Thomson Celebration vitjar á Kollafirði

Vinna07-08-2017 - 12:46 - Jóanis Albert Nielsen

Í morgun um 9-tíðina kom ferðamannaskipið Thomson Celebration á Kollafjørð, tað hevur lagt leiðina hendavegin eftir at hava verið í Íslandi.

Skipið var tikið í sigling í 1984, og er tað bygt í Frankaríki. Tað er 215 metrar langt og 27 metrar breitt.

Thomson Celebration tekur 1254 ferðafólk og manningin telur 520 fólk. 

Frá 1984 til 2005 hevði skipið navni Noordam, og hevur síðani 2005 havt navni tað hevur nú. Skipið er heimahoyrandi á Malta.

Skipið fer víðari til Lerwick klokkan 17 seinnapartin.