TF Holding samtakið 197 mió. kr. í avlopi

vinna14-03-2017 - 14:05 - Jóanis Nielsen

 TF Holding samtakið hevði eitt sera gott ár í fjør. Ársúrslitið var 197 mió. kr. eftir skatt, og 231 mió. kr. áðrenn skatt. Útlitini fyri 2017 eru eisini góð. 

“Miðvísa arbeiðið móti at verða fremsta val føroyinga hevur borið ávøkstur. Samlaða úrslitið er sera gott, hóast partar av samtakinum vóru fyri tapi”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding. 

TF Holding er í høvuðsheitum myndað av Eik Banka, Tryggingarfelagnum Føroyum, Betri pensjón og INNI, umframt øðrum ognar- og íløgufeløgum. 

Peningastovnsvirksemið hjá samtakinum gav eitt avlop á knappar 167 mió. kr. eftir skatt. Hetta er væl betri, enn væntað. Orsøkin er í høvuðsheitum munandi betri kursjavningar og lægri niðurskrivingar enn mett. Harafturat hevur góða gongdin hjá leystliga atknýttum felag havt við sær eina munandi hægri virðismeting enn áður. 

Tryggingarfelagið Føroyar hevði knappar 40 mió. kr. í avlopi eftir skatt. Saman við endurtryggingarvirkseminum gav samlaða skaðatryggingarvirksemið hjá samtakinum tó eitt hall uppá 24 mió. kr. eftir skatt. Orsøkin er serliga ringu ódnirnar, sum vóru um jólini 2016. 

Pensjóns- og lívstryggingarvirksemið hjá samtakinum vísti eitt avlop á 6 mió. kr. eftir skatt. Avlopið stavar í stóran mun frá góða íløguavkastinum hjá felagnum. 

Annað virksemið hjá samtakinum gav í 2016 eitt avlop eftir skatt á tilsamans 48 mió. kr., sum er væl minni enn í 2015, tá avlopið var 153 mió. kr. Avlopið stavar í høvuðsheitum frá kursvinningi av íløgum og av vinningi frá fastogn. 

Árið í stuttum: 

• Úrslitið fyri árið 2016 vísir eitt avlop á 197 mió. kr. eftir skatt 

• Eginpeningurin er 2,8 mia. kr. 

• Solvensurin hjá samtakinum er 40,7 prosent. 

Roknskapurin verður tøkur, tá hann hevur verið fyri á aðalfundi hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna 21. apríl 2017.