Vit vóna at tað ber til at hava opið á Fiskastykkinum árið runt

Mentan21-06-2019 - 00:21 - Jóanis Albert Nielsen

Jón Gregersen og Anne Havbo lótu í dag Fiskastykkið upp, sum er ein café Úti á Bakka í Sandavági. Tað verður Anne sum kemur at verða dagligur leiðari á Fiskastykkinum. Vit fingu eitt prát við tey áðrenn tann almenna móttøkan var fyri nýggju caféini.


Sí myndir her.

 

Hvar kom hugskotið frá?

-      Anne hevur leingi droymt um at hava eina  eina lítla café ella okkurt líknandi, men tað hevur ikki latið seg gjørt, og tí bert verið ein dreymur hjá henni.

Atli og Eydna Gregersen keyptu bygningarnar fyri nøkrum árum síðani, og hevur familjan so hugsa um, hvat tey skulu brúka bygningarnar til. Tað vísti seg, at nógv høvdu áhugað at leiga hølini til ymiskt tiltøk.

Atli Gregersen hevur sagt, at hann hevur ætlað at gjørt ein ordiligan køk, og so komu tankin at brúka hetta til eina café. Tað hevur mangla í Vágum, og serliga í Sandavági. Síðani lá tað so at siga stilt í eitt tvey ár, tá ið Jón og Anne tóku tað uppaftur. Anne fór í barsil, og fór síðani at hugsa hvat nú. Skuldi hon blíva við at arbeiða sum sjúkrabilførari ella skuldu tey flyta til Føroyar. Tey tóku síðani avgerð  í fjør at flyta til Føroyar byrja við eini café Úti á Bakka.

 

Tit hava nú verið í Føroyum síðani 1. apríl, hvussu hevur tann seinasta tíðin verið?

-      Hon hevur verið spennandi, strævin, stuttlig og avbjóðandi. Tað hevur verið nógv at gjørt. Anne sigur at tey komu við Norrønu 1. apríl, og tá hevði Jón spurt um tey ikki bara kundu lata upp tann 2. apríl. Jón er skjótur at svara, at tað var eitt sindur av tvætli í tí.

Jón leggur afturat, at tey ikki hava verið nógvar túrar á fjøllunum, sum tó kundu hugsað sær.

Tey siga, at tað eru nógv fólk, sum hava brúkt nógva tíð á Fiskastykkinum. Handverkarnir sum tey hava havt á staðnum hava verið sera óførir, og hjálpt teimum meira enn hvat man kann rokna við. 

 

Hvat er nú kenslan tit hava í dag?

-      Anne svarar, at hon er sera spent, og eitt sindur nervøs. Hon er eisini glað og stolt, og siga tey at tey eru væl nøgd við úrslitið. Anne sigur, at tey mangla Vár Gregersen har í dag, sum er systur Jón. Vár hevur verið nógv við, tá tey hava arbeitt við hvussu tey skulu innrættað hølini, og hvussu man skal gera tey ymisku tingini. Anne heldur, at tað er eitt sindur synd at Vár ikki kundi verið við í dag.

 

Hvat fyri design hava tit lagt tykkum eftir?

-      Vit hava lagt okkum nógv eftir at halda fast í søguni. So vit hava roynt at hildið fast við okkurt av tí gamla, og tó hava vit eisini nýggj og moderna ting. T.d. hevur pápin hjá Anne gjørt borðini. Stólarnir eru frá endurnýtslu. Vit hava eisini nógva føroyska list. 

 

Hvat fyri málbólki koma tit at leggja tykkum eftir?

-      Tað eru øll, sum hava áhugað at koma inná gólvið at fáa sær ein frokost og kaffimunn, tað eru bæði føroyingar og ferðafólk. Vit leggja okkum eftir at hava okkurt til allar aldurbólkur frá børnum til eldri fólk. Vit leggja dent á, at tey sum koma inn á gólvið skulu kunna slappa av, har skal vera pláss fyri øllum. Fólk skulu kunna koma inn beint av t.d. fjøllunum.

Hetta er eisini eitt upplagt stað at fáa ferðafólk inn á gólvið, tí tað eru so nógv sum vitja í Vágum.

Tað hevur eisini verið sera stórur áhugið frá fleiri bólkum longu nú, og hava tey eisini havt nakrar vitjarnir áðrenn Fiskastykkið lat alment upp í dag.

Til dagligt verða tað 45 sitipláss á Fiskastykkinum, men kunnu tey økja tað í mun til tørvin.

 

Hvat kunnu fólk so fáa á Fiskastykkinum?

-      Tey kunnu fáa heimagjørdar máltíðir, sum eru gjørdar úr lokalum rávørum har tað letur seg gera. Frokostrættir og okkurt gott omaná. Tey fara at brúka nógvan fisk, tí tað riggar væl til staði og er tað eisini gott fyri umhvørvið.

 

Hvussu koma tit so at hava opið, verður tað alt árið ella?

-      Vit vóna at tað ber til at hava opið á Fiskastykkinum árið runt. Vithava ikki roynt at havt eina café í Sandavági fyrr, so vit ætlað at taka tað eitt sindur sum tað kemur. So er tað upp til fólkið. Tey vóna tó at kunna hava opið alt árið. Tað ber til at hava ymiskt tiltøk á skránni serliga um veturin, tá ið ikki líka nógv ferðafólk eru í landinum sum um summarið. 

At byrja við verður stongt mánadag og týsdag. Mikudag til fríggjadag verður opið frá 10 til 18. Leygardag 10 til 16. og sunnudag 14 til 18. 


Trýst her fyri at koma á Facebook síðuna hjá Fiskastykkinum.