Tey lóggeva stríð inn í Fólkakirkjuna

politikkur12-05-2017 - 16:43 - Jóanis Nielsen

Nú er tað staðfest, sum vit hava sagt alla tíðina. Samgongan er í ferð við at lóggeva stríð inn í føroysku fólkakirkjuna. 

Biskupur var púra greiður. Orsaka av, at samgongan blandar seg uppí kirkjulig viðurskiftir, hevur biskupur tikið avgerð um, at borgalig gift framyvir ikki verða signað í kirkjuni. Kirkjan kann ikki diskriminera, sigur Biskupur. Um uppskotið hjá samgonguni verður samtykt, og broytingarnar í hjúnabandslógini lýstar, kann almenna føroyska fólkakirkjan heldur ikki diskriminera, tá tvey av sama kyni venda sær til prest, fyri at blíva gift í kirkjuni. Samgongan hevur brest hurðarnar upp og eru komin trampandi inn í føroysku fólkakirkjuna við lóggávu, sum alt tað kirkjuliga landslagið hevur víst frá sær. Hetta er brot á allar avtalur um, at Løgtingið bert skal lóggeva um kirkjulig viðurskiftir, tá kirkjan biður um tað. Gott at biskupur er so greiður í sínum útsøgnum. 

Vónandi er tað onkur í samgonguni sum skilir álvaran, og fellur uppskotið, so kirkjan fær frið at arbeiða sum higartil.