Tey bestu í hondbólti

ítróttur06-05-2019 - 19:04 - Jóanis Albert Nielsen

HSF: Árliga hondbóltsgallaveitslan var leygarkvøldið, har bestu spælarar, venjarar og dómarar vórðu heiðraðir.

Sjey ymsir heiðrar vóru hjá monnum og kvinnum, umframt at ársins lið varð sett. Greipuvinnararnir úr Kyndli fóru avstað við flest heiðrum hjá kvinnum, og Marianna Geirsdóttir Eystberg fekk flest persónligar heiðrar.

Kvinnur

Ársins toppskjútti: Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Ársins venjari: Bárður Johannesen, Kyndil
Ársins málverji: Jovana Stranjanac, Kyndil
Ársins verjuleikari: Durita Christophersen Jojic, VÍF
Ársins stjørnuskot: Marita Mortensen, H71
Ársins áleypari: Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Ársins leikari: Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil

Menn

Ársins toppskjútti: Filip Jojic, VÍF
Ársins venjari: Jeppe Borch, Neistin
Ársins málverji: Tórður Guttesen, Kyndil
Ársins verjuleikari: Peter Krogh, H71
Ársins stjørnuskot: Vilhelm Poulsen, H71
Ársins áleypari: Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Ársins leikari: Rasmus Søby, Neistin

Ársins dómarapar

Hannis & Uni Wardum

Ársins lið kvinnur

Málverji: Jovana Stranjanac, Kyndil
Høgri vongur: Guðrið á Borg, H71
Høgri bakkur: Durita Christophersen Jojic, VÍF
Spæliskipari: Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Vinstri bakkur: Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Vinstri vongur: Turið Arge, Kyndil
Strikuspælari: Durita Toftum Joensen, H71

Julian Johansen hevur valt ársins SMS-lið.

Ársins lið menn

Málverji: Nicholas Satchwell, Neistin
Vinstri vongur: Høgni Zachariassen, Neistin
Vinstri bakkur: Filip Jojic, VÍF
Spæliskipari: Peter Krogh, H71
Høgri bakkur: Rasmus Søby, Neistin
Høgri vongur: Pætur Thomsen, H71
Strikuspælari: Rógvi Dal-Christiansen, Kyndil

Julian Johansen hevur valt ársins Okkara-lið.

Eitt umboð frá hvørjum felagi, venjarar, landsliðsvenjarar og miðlafólk atkvøddu fyri bestu spælarum. Trý stig skuldu gevast fyri besta avrik, tvey fyri næstbesta og eitt fyri triðjbesta avrik.

Soleiðis varð atkvøtt: Ársins 2019