Terje spyr um ljóð- og luftdálking

Politikkur15-11-2019 - 16:41 - Jóanis Albert Nielsen

Terje B. Vestergaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, spyr um ljóð- og luftdálking fram við føroysku havnunum, settur landsstýrismanninum í umhvørvismálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leggja uppskot fyri Tingið viðvíkjandi ljóð- og luftdálking?

2.Hvørjar fíggjarligar avleiðingar fær eitt slíkt uppskot fyri t.d. kommunurnar?

3.Nær kann tað hugsast at eitt slíkt uppskot verður klárt at leggja fyri Føroya Løgting?

Viðmerkingar

Ljóð- og luftdálking frá havnaløgunum og skipum hevur verði meira og meira umrøddur millum fólk, og tey hava tikið seg saman at stovna eitt felag, hvørs høvuðsendamál er at virka fyri, at lóggivið verður soleiðis, at Føroyar gera sum grannalondini og áseta krøv til dálking frá skipum.

Í 2017 segði landsstýriskvinnan í undanfarnu samgongu, at um kommunurnar ikki seta hámarks virðið fyri óljóð og dálking frá skipum, so mátti landsstýriskvinnan í Heilsu og Innlendismálaráðnum seta átøk í verk, fyri at verja borgaran.Hetta var eisini endurtikið í 2018.

Tað má metast rímiligt at ásetingar fyri óljóð og dálking frá skipum verða eins fyri allar kommunur í landinum sum vara av havnunum.

Hetta er orsøkin til hendan spurning.

Á Løgtingi, tann 14. november 2019

Terje B. Vestergaard,

løgtingsmaður