Nýggjastu


Teknisk brek spælir ferðsluni eitt puss í morgun

10-12-2019 - 07:17 - Jóanis Albert Nielsen
Tað er long bíðirøð við tunnilsmunnan norðanfyri kaldbakstunnilin í morgun. Løgreglan sigur, at talan helst er um teknisk brek, og fólk frá Lansverki eru á veg á staði at kanna málið. 

Bilar fáa ikki koyrt til Havnar ígjøgnum tunnilin, men bilar koyra norðeftir. Fólk sum hava koyrt ígjøgnum tunnilin siga at einki er á vási har.