Mynd: Tróndur Dalsgaard

Teitur í Listastovuni

Mentan10-10-2018 - 21:20 - Jóanis Albert Nielsen
Í samband við nýggju útgávuna “I Want to be Kind” er Teitur á konsertferð kring landið. Seinastu árini her heima hevur Teitur mest verið at hoyrt á G! Festival og í Spaniastovu í Klaksvík.

Tað eru 11 ár farin síðan Teitur var á konsertferð á klettunum í samband við føroysku útgávuna “Káta hornið” og hetta er fyrstu ferð at Teitur spælir á støðum so sum Maggie’s, Bygdarhúsinum í Kunoy, Mikkeller, Tøting, Listastovuni í Miðvági og Blábar, umframt størri konsertirnar í Løkshøll og Salt.

“I Want to be Kind” hevur fyrr í ár verið framført á útseldum konsertferðum í USA, Týsklandi og Danmark og nú ber til at hoyra løgini í Føroyum.

Fimm tær fyrstu konsertirnar á ferðini í Føroyum hava verið útseldar og næst á skránni er Listastovan í Miðvági. Konsertin verður leygarkvøldið 13. oktober kl. 20.00. Enn eru nøkur atgongumerki eftir til konsertina í Listastovuni og kunnu tey keypast á atgongumerki.fo