Nýggjastu


Team Klaksvík vann 33-32 á Neistanum

ítróttur30-10-2020 - 07:38 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjárskvøldi tók Team Klaksvík ímóti Neistanum í Burn-deildini hjá monnum í hondbólti. 

Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men tá ið 20. minuttir vóru farnir var Neistin farin framum við 3 málum, og var støðan 9-12 til teir bláu. Hálvleiksstøðan var 14-16. 

Neistin økti um munin fyrstu 20. minuttirnar av seinna hálvleiki, og var støðan 25-30 eftir 50. min., men Team Klaksvík gav ikki upp, teir vunnu dystin 33-32.

Toppskjútti fyri Team Klaksvík var Valentino Valentakovic við 12 málum, og fyri Neistan fekk Rasmus Søby 8 mál.

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF72111842711
 NEISTIN82442242010
 H716169139309
 KÍF8202192108
 TEAM KLAKSVÍK7180188-86
 KYNDIL8174210-364
 STÍF8191234-434