Team Klaksvík fylgdi leingi við Neistanum

ítróttur09-12-2019 - 06:15 - Jóanis Albert Nielsen
Botnliðið í Okkara-deildini hjá monnum í hondbólti, Team Klaksvík, tók í gjár ímóti Neistanum. Men tað sást ikki væl aftur á vøllinum at tað var botnliðið ið tók ímóti næstfremsta liðnum í deildini.

Tað var Team Klaksvík ið byrjaði dystin betri, og eftir 10. minuttir var støðan 5-3. Eftir 20. minuttir var Team Klaksvík á odda 10-6, men so fekk Neistin gongd á málskjótingina, og næstu 10. minuttirnar fingu teir 6 mál meðan Team Klaksvík fekk 2. Hálvleiksstøðan var 12-12.

Liðini fylgdust væl fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men eftir eitt korter var leikt vóru teir bláu úr Havn á odda 18-21. Neistin vann dystin 24-28.

Málskjúttar:

Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 8, Naito Nakahodo 6, Jens Pauli Mohr 5, Ludvík Sørensen 4 og Vilhelm Vilhelmsen 1.

Neistin: Dánjal Ragnarsson 6, Tróndur Mikkelsen 6, Julian Kragesteen 6, Pauli Høj 4, Rasmus Søby 2, Rune Olsen 2, Karl Martin Olsen 1 og Teitur Magnussen 1.

Støðan Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig
H71 11 320 260 60 18
NEISTIN 12 327 291 36 16
STÍF 11 316 306 10 15
VÍF 11 306 296 10 12
KÍF 11 295 289 6 9
KYNDIL 11 283 292 -9 8
TEAM KLAKSVÍK 11 239 352 -113 0