TB hevur fingið nýggjan formann

ítróttur10-01-2020 - 19:39 - Jóanis Albert Nielsen

Tvøroyrar Bóltfelag hevði í gjárskvøldið aðalfund har nýggjur formaður skuldi veljast fyri felagið, tí Hendrik Thomsen hevði valt at takka fyri seg sum formaður fyri TB.

Tað vóru um 30 fólk møtt á aðalfundinum, og har var Reidar Simonsen valdur sum formaður. Thorbjørn Hermannsen var valdur í fótbóltnenvdina fyri Ronni Midjord. Í ungdómsnevndina blivu Maureen Arnadóttir, Elvis Leo og Hendrik Thomsen vald inn fyri Evu Bech Midjord, Miu Krog Sørensen og Sten Kjartan Sørensen.

Øll í fóru úr nevnd ynsktu tað sjálvi.