TAVAN hevur tikið ímóti 8.000 tonsum av gulllaksi

vinna06-07-2020 - 12:15 - Jóanis Nielsen

 Tavan í Leirvík hevur í ár tikið ímóti 8.000 tonsum av gulllaksi, teir hava nú fingið nokk gulllaks í ár og tóku ímóti seinastu lastini í gjár, tað var frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum, sum landaðu 270 tons á Toftum í gjár.

Annars hava øll trý pørini Fuglberg/Skoraberg, Polarhav/Stjørnan og Eysturbúgvin/Vesturbúgvin landað til Tavuna í Leirvík, samlaða gulllaksakvotan er 11.700 tons.

Joen Magnus Rasmussen stjóri á Tavuni segði við okkum á JN.fo í morgun, at teir nú hava nokk av gulllakksafarsi til tað, sum teir kunnu selja í ár, tí taka teiir ikki ímóti meira nú.

Sum vit skilja, so fara Polarhav/Stjørnan og Fuglberg/Skoraberg at landa til virkið í Kollafirði, tað í eftir er av gulllaksakvotuni.

Tað triðja parið Vesturbúgvin og Eysturbúgvin fara nú á upsaveiðu.