Tavan brynjar seg til rogna vertíðina

Vinna17-01-2020 - 07:25 - Jóanis Albert Nielsen

Sum kunnugt arbeiddi Tavan sild í seinastu vertíð og tók virkið ímóti 1000 tonsum av sild umframt brislingi og nakað av makreli.

Tavan fylgir við gongdini í náttúrini og okkara havumhvørvi og nú standa rognini fyri framman. Tavan hevur í mong ár tikið ímóti rognum og aftur íár fer Tavan at taka ímóti.

Eins og sildin er Svøríki høvuðsmarknaðurin fyri toska og upsarognini. Tavan sukursaltar rognini í tunnur og fara hesi so til høvuðskundan ABBA. Har verða tunnirnar lagraðar í tunnlum í berginum i Kungshamn. Rognini verða lagraði í 12 mánaðar áðrenn ABBA fer at undir at framleiða tær so vælkendu Kalles Kaviar tuburnar. Kalles Kaviar er eitt sera kent brand í Svøriki á jøvnum føti við VOLVO, ABBA, (bólkin) og IKEA. Hjá sera mongum svium, vaksnum sum børnum, byrjar dagurin við eitt sindur av Kalles Kaviar. Kalles Kaviar er sera heilsugott og stimbrandi og verða framleiddar umleið 10 milliónir tubir um árið. Umframt svenska marknaðin verður Kalles Kaviar selt kring heimin.

Joen Magnus Rasmussen stjóri er sera fegin yvir at Tavan í mong ár er góðkendur veitari av rognum til hesa framleiðslu sum setir sera stór krøv til viðgerð og góðsku. Joen Magnus heldur at framleiðarar í vinnuni her á landi eiga at gera hvat gerast kann fyri at gagnnýta alt úr fiskinum og vónar hann at skip og bátar fara at leggja seg eftir at taka rogn. Tavan er áhugað í øllum rognum leggur Joen Magnus afturat.

Sum kunnugt fer sildin hjá Tavuni til svenska marknaðinum og samanvið rogninum kann skjótt sigast at vørurnar frá Tavuni eru eitt “house hold name “ á kræsna og tilvitaða svenska marknaðinum.