Tasilaq landar til Havsbrún

vinna12-06-2017 - 17:05 - Jóanis Nielsen

 Tasilaq kom á Fuglafjørð í gjárkvøldið við 800 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Í løtuni landar Fagraberg, hann verður liðugur í kvøld, so eigur Tasilaq tørn og aftaná Høgaberg, sum er fullfermdur av svartkjafti, Høgaberg sleppir framat tíðliga í morgin.