Taptu við fýra málum fyri Finnlandi

ítróttur07-10-2018 - 08:28 - Jóanis Albert Nielsen

A-landsliðið við monnum tapti seinnapartin í gjár fyrra venjingardystin móti Finnlandi. Úrslitið var 29-25.

Føroysku leikararnir løgdu annars út sum eitt ódnarveður og eftir lítlari løtu vóru Føroyar á odda við fimm málum. Føroyska verjan stóð stinn og tað var ógvuliga trupult hjá finnum at spæla seg gjøgnum hana.

Finsku leikararnir raknaðu tó við í seinnu hálvu av fyrra hálvleiki og byrjaðu at draga inn á Føroyar. Tá farið var til hálvleiks var støðan 10-11.

Í seinna hálvleiki riggaði einki hjá okkara monnum. Vinstribakkur hjá Finnlandi smoygdi sær í heilum fram við verjuni, samstundis sum finski spæliskiparin heili tíggju ferðir fann strikuleikaran.

Finnland fekk eina leiðslu á fýra mál, men nakað av spenningi kom aftur í dystin síðstu minuttirnar, tá Peter Krogh fimm ferðir buldraði bóltin í netið til ein mun á tvey mál. Síðstu løtuna fingu finnar eitt brotskast og eitt skjótálop og drógu fráaftur til endaliga úrslitið 29-25.

Føroyar skulu aftur royna seg móti Finnlandi í dag klokkan 10.30 føroyska tíð.

Málskjúttar:
Peter Krogh 7
Rói Berg Hansen 5
Jónas G. Djuhuus 3
Helgi Hoydal 2
Fríði Weyhe 2
Tróndur Kragesteen 2
Vilhelm Vilhelmsen 1
Hans Eli Sigurbjørnsson 1
Brandur Halgirsson 1
Vilhelm Poulsen 1