Taptu við átta málum

ítróttur11-01-2018 - 21:34 - Jóanis Albert Nielsen

Føroyar spældu væl í løtum og serliga í álopsspælinum riggaði væl í fyrra hálvleiki, men bitin varð ov stórur.

Menninir hjá Ukraina vóru væl størri og sterkari enn føroyingarnir og okkara menn høvdu tað trupult í verjuni. Úrslitið gjørdist 30-22 til Ukraina, eftir hálvleiksstøðuna 17-13.

Føroyar fingu eina heldur laka byrjan, brotskast varð brent og somuleiðis opnir møguleikar. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki byrjaði at koma ferð á málskjótingina og okkara menn stríddust væl, men í seinna hálvleiki steðgaði alt upp. Føroyingarnir komu til málmøguleikarnar, men brendu ov nógv, og tað vóru stórir trupulleikar við at steðga stóru skjúttunum og strikuspælaranum hjá Ukraina, sum spæla í bestu týsku og fronsku deildini.

Í morgin bíðar ein minst líka torfør uppgáva, tá Føroyar hitta Rumenia. Tann dysturin byrjar kl. 15.30 og verður vístur í KVF og eisini sigur Rás2 frá.

Málskjúttarnir hjá Føroyum:

Peter Krogh 7
Nicklas Selvig 6
Jilmar Leon Jakobsen 3
Sámal á Tjaldrafløtti 2
Kjartan Johansen 2
Jónas Djurhuus 1
Fríði Weyhe 1