Talvan gongur 4. februar fyri Kirkjuligu Heimamissiónina

mentan30-01-2018 - 13:19 - Jóanis Nielsen

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur í mong ár havt ein fastan talvudag í kirkjum okkara. Talvudagurin er vanliga sexagesima sunnudag (2. sunnudag fyri føstu), sum í ár er 4. februar. 

Virksemið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum er ein sjálvstøðug rørsla innan Fólkakirkjuna, er stórt og víðfevnt. Heimamissiónin fæst við familju-, barna- og ungdómsarbeiði, og hevur trúboðarar í Føroyum og millum sjófólk. Harafturat gevur Heimamissiónin út blaðið "Trúboðin", og rekur Leguhúsið í Nesvík, sum hvørt ár er karmur um eina røð av barna- og ungdómslegum, har hópur av børnum og ungum hugna sær í tryggu kørmunum í Nesvík. 

Kirkjuliga Heimamissiónin verður í stóran mun fíggjað av gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.

 Vit vóna, at aftur í ár verður tikið væl undir við hesi innsavnan. 

Kirkjuliga Heimamissiónin takkar hjartaliga fyri eina góða gávu til arbeiðið.