Talv: Vunnu 3½-½ á Liktinstein

ítróttur14-11-2017 - 23:38 - Jóanis Nielsen

Talvsamband Føroya: Føroyar vunnu 3½-½ á Liktinstein í fjórða umfari í EM-kappingini í talvi fyri smátjóðir í dag. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson vunnu, og John Rødgård telvaði remis.

Føroyar eru í løtuni nummar trý av teimum tíggju liðunum í kappingini. Monaco er nummar eitt og Andorra nummar tvey. Tey hava vunnið allar fýra dystirnar higartil, Føroyar hava vunnið tríggjar og telvað ein javnan. Tað var móti Luksemburg í fyrsta umfari.

Toppdystur í morgin

Dupultumfar er í Andorra í morgin. Lagt verður fyri klokkan 10 fyrrapartin. Tá telva Føroyar móti Jersey. Seinna umfarið í morgin byrjar klokkan fimm. Tá hava Føroyar tann sera avgerandi dystin móti oddaliðnum Monaco.

John Rødgård er ikki við í fyrra dystinum í morgin móti Jersey, men er uttan iva við aftur móti Monaco seinnapartin.