Talv: Úttøkukapping til NM fyri børn og ung

ítróttur01-11-2017 - 10:32 - Jóanis Nielsen

Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið í talvi fyri børn og ung verðursunnudagin 5/11 kl. 13.30 í Klaksvík, í frítíðarskúlanum Snjallubjallu (Skúlavegur 1, yvirav KFUM & K).

Kappast verður í 5 aldursbólkum, har øll eru hjartaliga vælkomin at verða við. Tvey tey fremstu í hvørjum bólki vinna sær rættin at umboða Føroyar í NM, sum verður í Finnlandi í februar 2018.

Bólkarnir eru hesir:

  • Bólkur A, telvarar føddir í 1998 til 2000
  • Bólkur B, telvarar føddir í 2001 og 2002
  • Bólkur C, telvarar føddir í 2003 og 2004
  • Bólkur D, telvarar føddir í 2005 og 2006
  • Bólkur E, telvarar føddir í 2007 ella seinni

Miðjað verður eftir at telva 5 umfør í hvørjum bólki, har hvør telvari byrjar við 25 min. á klokkuni, og harumframt verða 10 sek. løgd afturat tíðini eftir hvønn leik.

Tilmelding, í seinasta lagi leygardagin 4/11 kl. 16:

á telduposti:ingolfgaard@gmail.com, ella á SMS: 243081

Vinarliga upplýs navn og føðingardag.

Kappingin er fyri øll sum hava hug at telva, og ikki minst fyri tey sum vilja vinna sær møguleikan, at sleppa við til NM.

Talvsamband Føroya væntar av NM luttakarunum, at luttikið verður í kappingini Runavík Open (http://www.runavikopen.com) í døgunum 20. til 26. november 2017, sum liður í fyrireikingunum til NM.