Talv: Snarkapping

ítróttur12-07-2017 - 22:02 - Jóanis Albert Nielsen

Í samband við altjóða talvkappingina Faroesopen, verður skipað fyri snarkapping fríggjakvøldið 14.07.2017 kl. 20.30 í Kollafjarðar skúla. Kappingin er fyri øll, bæði roynd og minni roynd.

Kappingarskipan:

Snartalv 3 min. +2 sek/leik, 9 umfør.

Vinningar:

  1. virðisløn 2.000 kr.
  2. virðisløn 1.000 kr.
  3. virðisløn 500 kr.

2 x ratingvirðislønir 250 kr.

Luttøkugjald:

Luttøkugjaldið er 100 kr. Gjaldast skal á staðnum, áðrenn kappingin byrjar.

Tilmelding:

Tilmelding fer fram á kappingarleidarin@faroechess.com ella 271404, í seinasta lagi fríggjadagin kl. 13.00.

Møtið fjølment!