Nýggjastu


Talv: Snarkapping á Giljanesi í kvøld

ítróttur11-07-2018 - 09:54 - Jóanis Nielsen

 Í samband við altjóða talvkappingina Faroes Open 2018, verður skipað fyri snarkapping hóskvøldið 12.07.2017 kl. 19.30 í skúlanum á Giljanesi. Kappingin er fyri øll, bæði roynd og minni roynd.

Kappingarskipan:

Snartalv 3 min. +2 sek/leik, 9 umfør.

Vinningar:

  1. virðisløn 2.000 kr.
  2. virðisløn 1.000 kr.
  3. virðisløn 500 kr.

2 x ratingvirðislønir 250 kr.

Tilmeldingar higartil:http://chess-results.com/tnr365336.aspx?lan=32&art=0&fed=IND&flag=30

Luttøkugjald:

Luttøkugjaldið er 100 kr. Gjaldast skal á staðnum, áðrenn kappingin byrjar. (GM’arar og IM’arar gjalda ikki)

Tilmelding:

Tilmelding fer fram á kappingarleidarin@faroechess.com ella 271404, í seinasta lagi hósdagin kl. 12.00