Talv: Rókur Open 2021 verður á Eiði

ítróttur26-01-2021 - 11:08 - Jóanis Nielsen

Komandi vikuskiftið 29.-31. jan. 2021 verður Rókur-Open telvað í skúlanum á Eiði. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Tilmeldingar higartil:Trýst her

7 umfør verða telvaði í kappingini. 3 kviktalv, sum verða telvaði fríggjakvøldið og 4 langtalv, sum verða telvaði leygardagin og sunnudagin.

Telvað verður soleiðis:

Fríggjakvøldið kl. 19:00 verða 3 kviktalv telvað.

Leygardagin kl. 10:00 og 15:00 verða 4 og 5 umfar telvað.

Sunnudagin kl. 13:00 og 17:00 verða 6 og 7 umfar telvað.

Tíð:

Kviktalv:10 min. + 5 sek/leik

Langtalv:90 min + 30 sek/leik

Vinningar:

  1. 2.000 kr. + Ferðasteyp
  2. 1.250 kr.
  3. 750 kr.

2 x ratingsvirðislønir á 500 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding ákappingarleidarin@faroechess.comella sms til 740400, í seinasta lagi hóskvøldið 28. januar kl. 20.00.

Møtið fjølment!

Talvfelagið Rókur