Talv: Rógvi fekk IM-normin

ítróttur05-11-2017 - 21:15 - Jóanis Nielsen

Rógvi Egilstoft Nielsen tryggjaði sær sín fyrsta IM-norm við at vinna sítt talv í EM-kappingini fyri landslið í dystinum móti Kreta í dag. Sjálvur dysturin endaði javnur 2-2. Úrslitið kom eitt sindur dátt við, tí okkara telvarar høvdu allir hægri styrkital enn mótstðumenninir. Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård telvaðu remis, men John Arni Nilssen tapti á fjórða borði.

Helgi Dam Ziska var ikki við. Tað var fyri at tryggja Rógva hvíta fólkið og sostatt bestu fyritreytir at fáa IM-normin til høldar. Vit kunnu siga, at í dag gingu fyrilitini fyri einum normi hjá einstøkum telvara framum liðið. Tað man vera dømi um gott samanhald. Men var Helgi á fyrsta borði í dag, so vunnu vit helst á Kreta, og togaðu okkum eitt sindur longur fram í røðini millum tey fjøruti liðini.

Føroyar liggja fyri seinasta umfar nummar 35 av 40 liðum - júst har, ið vit eru styrkismettir at enda. Kortini hava føroysku telvararnir staðið seg væl - tríggir hava staðið seg heilt væl. Helgi hevur verið framúrskarandi á fyrsta borði, og Høgni og Rógvi hava verið verið óførir á øðrum og triðja borði. Rógvi hevur ognað sær fyrsta IM-normin, og Høgni hevur framvegis møguleikan at skora sín triðja IM-norm í morgin.

Á aftaru borðunum hevur haltað á føroyska liðnum. John Rødgård og John Arni Nilssen tykjast ikki at vera í formi. Úrslitini eru ikki í samsvari við styrkitølini hjá teimum, og tilsamans hava teir einans fingið tvey stig í alt.

Ísland í morginÍ níggjunda og seinasta umfari í morgin møta við Íslandi. Tað er altíð ein serstakur dystur. Vit tapa sum oftast, men í OL í 2014 fingu vit javnleik 2-2. Íslendingar manna seg við trimum stórmeistarum og einum altjóða meistara í morgin, og eru sjálvsagt favorittar móti okkum.

Helgi fær á 1. borði Heðinn Steingrímsson, sum er sterkasti telvari í Íslandi í løtuni. Teir møttust herfyri í dysti í íslendsku landskappingini. Tá vann Heðinn, men Helgi havnaði einum remistilboði, tí hann ætlaði at vinna.

Høgni fær Hjørvar Steinn Gretarsson, sum er tann næstbesti telvarin í Íslandi. Heðinn og Hjørvar eru eitt vet hægri rataðir enn Helgi. Skal Høgni ogna sær triðja IM-normin í morgin, krevst, at hann vinnur á Hjørvari.

Rógvi møtir á triðja borði Hannesi Stefanssyni. Hann hevur í fleiri ár verið fremsti íslendski telvarin, men er dragnaður eitt sindur seinasta árið. Á fjórða borði verður tað so antin John Rødgård ella John Arni Nilssen. Mótstøðumaðurin verður Gudmundur Kjartansson, sum vann Runavík Open í fjør, og sum er í ferð við at gerast stórmeistari.

Ikki verður tað lætt, men hvør veit?

Russland snávaðiAserbadsjan hevur lagt seg á odda í kappingini. Teir vunnu heldur óvæntað 3-1 á Russlandi í dagsins toppdysti. Aserbadsjan er nummar eitt, Russland nummar tvey og Ukraina nummar trý. Alt lond úr gamla Sovjetsamveldinum. Í so máta er einki nýtt undir sólini.

Fyrstu leikirnir í seinasta umfari í morgin verða fluttir á middegi. Til ber at fylgja við leik fyri leik á hvørjum borði.Leinkið er her.

Skrivað hevur Talvsamband Føroya