Reykjavík Open: Eitt satt bragd í kvøld tá unglingameistarin Jón í Horni vann í talvi móti Dr. Axel Fehr úr Sveis. Sera rørandi og stuttligt at síggja tann bert ellivu ára gamla vinna hóast stóra munin ratingini. Meðan Jón í Horni hevur 1454 ratingstig hevði sveisarin 2102 í rating, tað skrivar Eyð Matras, sum hevur tikið myndina.

Talv - Reykjavík Open: Jón vann ímóti telvara úr Sveis, ið hevur rating 2102

ítróttur21-04-2017 - 09:29 - Jóanis Nielsen

 Myndir frá teimum báðum fyrstu døgunum í Reykjavík Open kappingini. 

Í fyrra umfarinum í dag fingu føroyingarnir 3 stig, tá Helgi, Heiðrikur og Margar vunnu síni talv. 
Í seinna umfarinum var úrtøkan 5 stig, tá Janus, Elmar, Allan og Jón vunnu, meðan Leif og Flóvin leiktu sínámillum remis. Helgi tók fríumfar og fekk 1/2 stig. Serliga úrslitið hjá Jón var gott, tí mótstøðumaðurin hevði 2102 í rating - tað skrivar Katrin Didriksen Apol á Facebook.

Faroechess.com skrivar:

Reykjavik Open: Flotti sigurin hjá Jón í 3. umfari

Her sæst talvið hjá Jón í Horni Nielsen (1454) frá 3. umfari, har hann flott vann á Alex Fehr (2102).

Talvið var opið og spennandi, og báðir telvarar fóru í álop. Jón telvaði miðspælið væl og endaði við eini finnu meira. Jón vísti, at hann ikki er unglingaføroyameistari fyri onki, og hann telvaði rókaendatalvið sera neyvt, og fekk hálað tað heila stigið heim, har ein annars við óneyvleikum lættliga kann spæla av við avgerandi fyrimunin.

Flott Jón, og tillukku við sigrinum!

8
7
6
5
4
3
2
1
a
b
c
d
e
f
g
h
 Fehr, Axel2102
 Nielsen, Jon I Horni1454
Reykjavik Open 20173.80
20. april 2017Reykjavik
1.Nf3d52.g3Nf63.Bg2e64.O-Og65.d3Bg76.Nbd2Nbd77.e4c68.Re1O-O9.e5Ng410.d4c511.h3Nh612.c3Nf513.Nf1Qb614.g4Ne715.a3f616.exf6Nxf617.Ng3Nc618.b4cxd419.cxd4Ne820.Be3Nd621.Ne5Nb522.Ne2Bxe523.dxe5d424.Bh6Rf725.Nf4Bd726.Nd3Rc827.Qd2Ne728.a4Nc329.Nc5Rxc530.bxc5Qxc531.Bxb7Bxa432.Bg5Nc633.Bc8Nxe534.Rxe5Qxe535.Re1Ne436.Qd3Nxf237.Rxe5Nxd338.Ra5Bd739.Ba6Ne140.Bh6d341.Bb7Nf3+42.Bxf3Rxf343.Rxa7Rxh344.Rxd7Rxh645.Kg2g546.Rxd3Rf647.Rd7Rf748.Rd6Re749.Kf3Kf750.Ke4Kf651.Ra6h552.gxh5Rh753.Ra1Rxh554.Rf1+Ke755.Rg1Rh4+56.Ke5g457.Rg3Kf758.Kf4Kf659.Rxg4Rxg4+60.Kxg4Ke561.Kf3Kd462.Kf2Kd363.Ke1e564.Kd1e465.Ke1Ke30–1