Talv og strategiskir læruhættir í fólkaskúlan

mentan10-08-2017 - 12:44 - Jóanis Nielsen

Vit eiga at útvikla skipanina við talv í innskúlingini soleiðis, at hon fevnir um alt landið og um fleiri floksstig. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelagi


Stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, hevur í samstarvi við Talvsamband Føroya fingið í lag og evnað talvfrálærutilfar til lærarar og næmingar. Ætlanin er, at 1.-3. flokkar skulu nýta ein tíma í rokning til talv.

Helgi fór fyrst í holtur við skúlarnar í Tórshavnar Kommunu, og allir teir stóru skúlarnir og nakrir smærri tóku av tilboðnum. Átakið hevur virkað í innskúlingini í síðan januar í ár við góðum afturmeldingum.

Undirvísingartilfarið verður bók
Ætlanin er, at tilfarið, sum Helgi hevur gjørt til lærarar og næmingar, verður givið út sum lærubók. Vónandi um ársskiftið. Eisini ætlar Helgi sær út um Havnina at fáa fleiri skúlar við í átakið.

Í heyst verður skeið fyri lærarum í talvfrálæru í Eysturoynni. Og Helgi er sinnaður at koma út á skúlar at leggja lag á. Til ber hjá skúlum og lærarum at seta seg í samband við hann.

Les meira HER.