Nýggjastu


Talv: Nú skal føroyameistarin í talvi 2020 finnast

ítróttur23-10-2020 - 20:28 - Jóanis Nielsen

 Nú skal føroyameistarin í talvi 2020 finnast.

 
Tvær ferðir hevur korona lagt meinbogar í vegin fyri FM-kappingini fyri einstaklingar í ár, men nú verður roynt á triðja sinni. Vanliga verður telvað á páskum, men tað var av ongum, tí á grækarismessu herjaði korona á okkum. FM-kappingin var ásett av nýggjum til at byrja tíðliga í august, men tá breyt farsóttin út aftur.

Skal árið 2020, sum er 50 ára stovningarár Talvsambandsins, ikki detta burturímillum í røðini yvir FM-vinnarar í einstaklingstelving, so má leggjast til brots nú. FM-stevnan verður nú hildin yvir tvey vikuskifti, og byrjað verður fríggjakvøldið 23. oktober.
 
Telvað verður í Løkshøll í Runavík, sum upprunaliga ætlað.
 
Útsetingarnar hava ivaleyst gjørt sítt til, at luttøkan er ikki tann, sum hon plagdi at vera. Einans 26 telvarar í alt hava boðað frá luttøku, og tað er eitt hitt lægsta luttakaratalið til eina FM-kapping – um ikki tað lægsta.
 
Telvað verður í trimum bólkum; landsliðsbólki, almennum bólki og unglingabólki.
 
 
Helgi leggur kongin

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska, sum hevur vunnið FM-heitið seinastu trý árini, verjir ikki heitið í ár. Hann kundi annars blivið tann fyrsti í sløk 70 ár, sum vann FM-heitið í talvi fýra ár á rað. 
 
Tað er ikki hent síðani Palli Henriksen í 1951 vann meistaraheitið fjórða árið á rað. Honum eydnaðist at vinna fimm ferðir í eitt koyr – frá 1948 til 1952. Tað er longsta FM-sigursrøðin í føroyskari telving. 
 
Í nýggjari tíð eru tað tríggir, sum hava vunnið meistaraheitið trý ár upp í slag. Luitjen Apol (1974, 1975, 1976), Heini Olsen (1991, 1992, 1993) og so Helgi Dam Ziska (2017, 2018, 2019).
 
Árliga FM-stevnan í talvi hevur verið á hvørjum ári síðani 1972, tá ið hitt nýggja Talvsamband Føroya fekk regluliga gongd á eina almenna FM-kapping. Fyri ta tíð hevði Havnar Telvingarfelag skipað fyri FM í talvi frá 1938 til 1956. Árini frá 1956 til 1972 var eingin FM-kapping fyri einstaklingar í talvi. 
 
 
Tríggir FM-vinnarar
 
Í Landsliðsbólkinum 2020 eru hesir:
 
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2396
Hans Kristian Simonsen, KT 2147
Luitjen Akselsson Apol, HT 2126
Rani Nolsøe, KTF 2061
Margar Berg, HT 1912
Andrias Danielsen, TT 1886
Heiðrikur Jacobsen, HT 1873
Heðin Gregersen, KTF 1803
 
Hóast bólkurin kundi verið munandi sterkari, so eru kortini tríggir fyrrverandi føroyameistarar við: Høgni Egilstoft Nielsen (2014), Hans Kristian Simonsen (2002) og Rani Nolsøe (1997). 
 
Byrjað verður klokkan 17:30 í morgin fríggjadagin. Leygardagin eru tvey umfør, og sunnudagin eitt. Kappingin endar so annað vikuskiftið. Í alt sjey umfør eru.

Fylg við her:
Fylgjast kann við live her: https://www.chessbomb.com/arena/2020-faroese-chess-championshiphttps://chess24.com/en/watch/live-tournaments/faroese-championship-2020#live Landsliðsbólkurhttps://live.followchess.com/#!faroese-championship-lb-2020 Almenni bólkurhttps://live.followchess.com/#!faroese-championship-ab-2020 Unglinga bólkurhttps://live.followchess.com/#!faroese-championship-ub-2020