Talv: HugnaCup verður 7. juli

ítróttur28-06-2017 - 14:39 - Jóanis Nielsen

HugnaCup er ein óhátíðarlig talvkapping til tín, sum dámar at taka eitt talv ella tvey, men ikki hevur tær drúgvu kappingarroyndirnar.

Kappingin er ókeypis og opin fyri øllum, sum annaðhvørt hava undir 1300 í føroyskari rating ella ikki hava nakað alment ratingtal.

Telvað verða 6 umfør við umhugsunartíðini 10 minuttir í part til talvið. Vinnari er hann/hon, ið stendur eftir við flest stigum, og fer hesin avstað við einum gávukorti á 500 kr frá Føroya Bjór.

Hvar? Hotel Havn

Nær? Fríggjakvøldið 7. juli kl. 19-22

Tilmelding her á síðuni Talvtos á Facebook ella á staðnum 15 minuttir áðrenn kappingarbyrjan.

Kom og talvhugna tær!