Talv: Høgni er føroyameistari 2021

ítróttur03-04-2021 - 17:42 - Jóanis Nielsen

 Høgni Egilstoft Nielsen vann umdystin í dag á Martin Poulsen, Høgni er tí føroyameistari í talvi 2021 - Vit á JN.fo ynskja Høgna hjartaliga tillukku.

Talvsambandið skrivar:

Høgni Egilstoft Nielsen føroyameistari, Brestir Samuelsen unglingaføroyameistari

Høgni Egilstoft Nielsen endurvann føroyameistaraheitið í talvi í dag, eftir umdyst móti Martini Poulsen. Úrsliti gjørdist 2½ – 1½ til Høgna.

Brestir Samuelsen gjørdist unglingaføroyameistari eftir umdyst móti Róki Davidsen. Brestir vann samanlagt 3-2.

Meira kemur seinni.