Talv: Høgni E. Nielsen vann jólakappingina

ítróttur28-12-2017 - 23:43 - Jóanis Nielsen

 Høgni Egilstoft Nielsen vann øll síni talv í jólakappingini hjá Sandavágs Talvfelag, Høgni fekk tískil fult stigatal 21 stig. Nr. 2 gjørdist Rógvi Egilstoft Nielsen við 19½ stigi og nr. 3 gjørdist Torkil Nielsen við 18 stigum.

Gullbrandur í Horni Øregaard og Jón í Horni Nielsen fingu ratingvirðislønirnar.