Talv: Helgi og Mezis javnir

ítróttur17-04-2019 - 19:08 - Jóanis Nielsen

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur nú lagt seg fram undir liðina á lettlendska stórmeistaranum Normunds Miezis í víðkaðu FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar.

Í fjórða umfari í gjár vann Helgi ógvuliga sannførandi við hvíta fólkinum á Sjúrða Thorsteinssyni. Miezis telvaði javnt móti danska stórmeistaranum Carsten Høi. Danin hevði greiðan materiellan fyrimun í endatalvinum, men gav støðuna upp fyri remis vegna ólíkalittar bispar á borðinum. Teldan roknaði støðuna greitt til fyrimunar fyri Høi, men stórmeistararnir samdust um remis.

Sama gjørdu Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen. Carl Eli hevði leingi munin við hvíta fólkinum, men Olaf javnaði støðuna aftur og fekk remis. Afturímóti formáddi Hans Kristian sær lítið móti svianum Drazen Dragicevic og tapti.

Støðan í FM-bólkinum eftir 4 umfør:

GM Normunds Miezis (Lettland) 3 stig

GM Helgi Dam Ziska, HT 3

GM Carsten Høi (Danmark) 3

FM Olaf Berg, HT 3

FM Drazen Dragicevic (Svøríki) 2

FM Hans Kristian Simonsen, KT 2

FM Carl Eli Samuelsen, HT 1

Sjúrður Thorsteinsson, HT 0

Avgerandi umfar

Fleiri spennandi talv eru á skránni í dag. Helgi skal í holtur við Carsten Høi. Helgi hevur svarta fólkið. Helgi var eitt sindur óheppin í lutakastinum, tí hann fekk svart móti báðum útlendsku stórmeistarunum. Afturímóti hevur Miezis hvítt móti báðum stórmeistarunum.

Olaf Berg hevur hvíta fólkið móti Miesiz. Eisini spennandi at síggja, hvat Olaf finnur uppá. Í fimta umfari í dag verður telvað soleiðis í Landsliðsbólkinum:

Høi – Helgi

Olaf – Miezis

Dragicevic – Carl Eli

Sjúrður – Hans Kristian

Hinir bólkarnir

Í 1. bólki strýkur 13 ára gamli Luitjen A. Apol úr Havnar Telvingarfelag avstað. Hann hevur 3½ stig eftir fýra umfør og er eitt stig framman fyri næsta kappingarneytan, sum er Janus Skaale úr Klaksvíkar Talvfelag.

Í almenna bólkinum er Einar Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag á odda. Hann hevur 3½ stig. Hálvt stig aftari eru Sjúrður Olsen úr Vestmanna Talvfelag og Heðin Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag.

Í unglingabólkinum er Elias Petersen úr Havnar Telvingarfelag á odda við 4 stigum. Honum næst er Benjamin Reinert Fjallheim úr Havnar Telvingarfelag við 3½ stigi, og nummar trý er Flóvin Matras Tummasarsson úr Klaksvíkar Talvfelag við 2½ stigi.

Byrjað verður í dag klokkan 17.00. Telvað verður á Finsen í Havn. Ókeypis atgongd er at hyggja, eisini ber til at fylgja við á netinum hvussu leikur fer. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins –faroechess.com.