Talv: Góður føroyskur dagur

ítróttur15-04-2019 - 12:10 - Jóanis Nielsen

Talvsamband Føroya:

Talvsamband Føroya15. april 2019

Føroysku telvararnir stóðu seg væl í øðrum umfari í FM-einstaklingakappingini í talvi í gjár.

Helgi Dam Ziska og Hans Kristian Simonsen vunnu báðir á tveimum av útlendsku telvarunum. Helgi vann á Drazen Dragicevic. Helgi telvaði væl og vann sannførandi. Tað var av sonnum stórmeistaratelving.

Hans Kristian vann ikki minni sannførandi á danska stórmeistaranum Carsten Høi. Stuttligt at síggja. Tá ið Hans Kristian er í hasum lagnum, er ikki at vera fyri.

Olaf Berg vann aftur í gjár og er nú á odda í kappingini saman við Normunds Miesiz. Olaf telvaði eisini við hugflogi og kraft og vann flott á Sjúrði Thorsteinssyni.

Carl Eli Samuelsen mátti í sínum lagi lúta fyri lettiska stórmeistaranum Normunds Miesiz, sum hevur verið ógvuliga sannførandi higartil.

Støðan eftir 2. umfør:

Olaf Berg 2 stig

GM Normunds Miesiz 2

GM Helgi Dam Ziska 1½

Hans Kristian Simonsen 1

GM Carsten Høi 1

Carl Eli Samuelsen ½

Drazen Dragicevic 0

Í triðja umfari í Landsliðsbólkinum í dag verður telvað soleiðis:

Miesiz – Helgi

Høi – Carl Eli

Olaf – Hans Kristian

Dragicevic – Sjúrður

Byrjað verður klokkan 17.00 í dag. Telvað verður á Finsen í Havn. Til ber at fylgja við leik fyri leik á netinum – leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins:faroechess.com