Gomul mynd.

Talv: Fyrsta GP-kappingin 2019/20

ítróttur12-10-2019 - 17:44 - Jóanis Nielsen

Fyrsta talvkappingin í ár hevur í dag verið á Eiði.

Kappingin er partur av Grand Prix kappingunum.

Høgni Egilstoft Nielsen vann kappingina við 9 stigum av 9 møguligum, nr. 2 gjørdist Rógvi Egilstoft Nielsen við 8 stigum av 9 møguligum.

Hini úrslitini hava vit ikki enn.

Í morgin byrjar liðkappingin, tað verður telvað í øllum deildinum:


1. deild:

Kollafjørður 1 og Sandavágur 1

Klaksvík 1 og Vestmanna 1

Havnin 1 og Havnin 2


2. deild:

Gøta 1 og Kollafjørður 2

Sandavágur 2 og Klaksvík 2

Havnin 3 og Runavík 1


3. deild:

Havnin 5 og Havnin 4

Kollafjørður 3 og Kollafjørður 4

Rókur 2 og Toftir 1

Runavík 2 og Vestmanna 2

Sandavágur 3 og Sandavágur 4

Klaksvík 3 hevur frí.