Talv: Føroyar vunnu kappingina millum smátjóðir

ítróttur18-11-2017 - 18:24 - Jóanis Nielsen

Føroyar vunnu í dag talvkappingina millum smátjóðir. Kappingin hevur verið í Andorra.

Í seinasta dystinum í dag var mótstøðuliðið júst Andorra.

Føroyar vann 2½-1½

Rógvi Egilstoft Nielsen vann á 3. borði, ímeðan Helgi D. Ziska, Høgni E. Nielsen og John Rødgaard allir telvaðu javnt.

Vit á JN.fo ynskja føroysku telvarunum hjartaliga tillukku við bragdinum.

Triði føroyski sigurin

Hetta var fimta Small Nations kappingin í talvi fyri landslið í Evropa. Føroyar hava nú vunnið hana tríggjar ferðir. Hinar ferðirnar hevur Luksemburg vunnið.

Hesaferð høvdu vit okkara bestu manning. Helgi, Høgni og John hava verið ógvuliga tryggir og sannførandi. Allir hava sama úrslit; seks vunnin og trý jøvn. Einki tapt. Rógvi kom ruddiliga afturíaftur í dag við flottum og avgerandi sigri. Silas var við sum obligatoriski unglingin og fekk í alt trý stig í fimm dystum. Tað man vera góðkent avrik.

Føroyska talvlandsliðið kemur nú heim aftur av aðru kappingini seinastu vikurnar. Frammanundan vóru teir við í stóru EM-kappingini á Kreta.

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska var ósigraður á fyrsta borði bæði í EM á Kreta og nú aftur í mini-EM í Andorra. Tað talar fyri seg, og er vitnisburður um hvat týdning hann hevur fyri føroyska landsliðið.

Endaliga støðan í EM-kappingini fyri smátjóðir í Andorra gjørdist henda:

1. Føroyar 17 stig

2. Monaco 15

3. Andorra 14

4. Kýpros 12

5. Luksemburg 11

6. Liktinstein 7

7. Malta 6

8. Guernsey 3

9. San Marino 3

10. Jersey 1

Føroyar vunnu átta dystir og telvaðu ein javnan. Tvey stig fáast fyri vunnan dyst, eitt fyri javnleik og einki fyri taptan dyst. Andorra vann fyrstu sjey dystirnar, men tapti báðar teir seinastu, í gjár fyri Monaco og í dag fyri Føroyum, og endaði tí eisini aftanfyri Monaco.

Til stuttleikar kann nevnast, at støðan í oddanum hevði verið hin sama, um gamla skipanin við borðstigum hevði talt fyrst. Føroyar fingu 27 borðstig, Monaco 25½ og Andorra 25.

Ósigraðir

Úrslitini hjá Føroyum í Andorra vóru hesi:

Føroyar-Luksemburg 2-2

Føroyar-San Marino 4-0

Føroyar-Guernsey 3½-½

Føroyar-Liktinstein 3½-½

Føroyar-Jersey 2½-1½

Føroyar-Monaco 2½-1½

Føroyar-Malta 3-1

Føroyar-Kýpros 3½-½

Føroyar-Andorra 2½-1½

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum var henda:

1. Helgi Dam Ziska 6½/8

2. Høgni Egilstoft Nielsen 6½/8

3. Rógvi Egilstoft Nielsen 4½/7

4. John Rødgård 6½/8

5. Silas Eyðsteinsson 3/5

EM-kappingin millum smátjóðir í Evropa í talvi verður aftur um tvey ár.