
Talv: Føroyameistararnir verða funnir í dag
ítróttur23-05-2020 - 11:16 - Jóanis Nielsen
Seinasta umfarð í talvkappingini verður telvað í dag. Spenningurin er stórur - í 1. deild stendur kappingin ímillum Sandavág og Havnina, Sandavágur hevur 28 stig og Havnin 26½ stig, so vinnur Havnin 3-1 á Sandavági, so koma teir uppá 29½ stig og Sandavágur 29, men um Sandavágur fær 1½ stig ella meira so eru teir meistarar.
Sandavágur og Havnin telva á Giljanesi.