Mynd: Tórunn í Horni Nielsen.

Talv FM-2017: Umtalv í Unglingabólkinum ímillum Jón og Ragnar

ítróttur15-04-2017 - 13:26 - Jóanis Nielsen

Í Unglingabólkinum var støðan tann, at Jón í Horni Nielsen og Ragnar Weihe vóru javnir undan seinasta umfari, og eftir seinasta umfar í dag stóð aftur á jøvnum, tí bæði Jón og Ragnar vunnu í seinasta umfari.

Tískil eru teir sessaðir aftur við talvborðið, fyri at vita hvør teirra verður Unglingameistari - eitt er tó vist, Unglingameistarin kemur úr Sandavágs Talvfelag, tí báðir eru teir úr Sandavági.