Tala í Sandavágs Kirkju til gravarferðina hjá Agnu Egholm

mentan08-01-2018 - 21:36 - Jóanis Nielsen

Eftir ynski frá fólki og loyvi frá Hans Gudmundsen, verður talan løgd út alment.

Tala sum bleiv hildin til gravarferðina hjá Agnu Egholm í Sandavágs Kirkju leygardagin 6. Januar 2018

Við døgurðaborðið heima hjá okkum dagin fyri Jól, fingu vit at hoyra, at nú lá Agna til tað síðsta á Landssjúkrahúsinum. Tað skar okkum í hjarta at hoyra hesi sorgartíðindi, og vit fóru sameind í bøn fyri Agnu, Hans og Eivind og hesi tungu støðu, sum tey vóru í.

Hvussu kundi tað ganga so skjótt? Og hví skuldi tað raka hana, sum var so væl fyri og í so góðum árum? Børnini vóru har saman við okkum, so vit brúktu eisini høvið at tosa um Agnu, hesa fittu og lítillátnu “frisørina”, sum Hans hevði funnið sær, og sum vit fingu tann fyrsta hundahvølpin frá í 1983. Eg og synirnir gingu øll árini fast til hennara fyri at klippast.

Fyrstu ferð er hoyrdi um hesa vanlukkuligu støðu var 10. august í fjør. Bara fýra mánaðir síðani. Tað var Ruth, systir Agnu, sum ringdi grátandi og í stórari neyð fyri systir síni. Hon ringdi fyri at fáa bønarbólkin, eg gekk til, at biðja fyri Agnu.

Tað kom ein neyð í meg, at eg mátti vitja Agnu, og leygardagin aftaná møtti eg Hans til handils. Har fekk eg eisini víst mína samkenslu fyri hesi ræðuligu støðu, sum tey vóru í. Eg fekk eisini avtalað, at eg kundi koma at vitja tey ein av komandi døgunum. Men av ávísum orsøkum bleiv, vitjanin av ongum.

So hendan dagin fyri Jól kom neyðin aftur, hvussu kundi eg sleppa at vitja Agnu og Hans áðrenn ov seint var.

Men tað syrgdi Gud sjálvur fyri, tí Hans kom heim til okkara seinnapartin 2. Jóladag. Agna hevði sent hann at spyrja, um eg kundi halda eina lítla talu til jarðarferðina hjá sær. Uttan at hugsa meg um, segði eg ja og spurdi beinanvegin, um tað var møguligt at vitja Agnu, og hvussu støðan hjá henni var. Jú eg kundi koma suður, hon var vakin við hvørt, men hon var veik og nógv niðurdoyvd ímóti pínu.

Eg hugsaði, meðan eg koyrdi suður, hví hon júst vildi hava meg at siga nøkur orð til sína jarðarferð? Og hvat skal ein siga? Tær mongu samrøðurnar seinnu árini, eg hevði við hana, ímeðan eg bleiv kliptur komu fram fyri meg. Ofta var tað um andalig ting vit tosaðu um.

Agna hevði stóran áhuga fyri Ísrael og lurtaði við áhuga, tá samtalan var um hetta evni. Eivind, sonurin, hevði eisini verið í Kibutz eitt skiftið, so hetta upptók hana nógv. Eg fortaldi eisini fyri henni um ymist, eg hevði upplivað saman við Jesusi, og eg merkti, at hon lurtaði við áhuga. Og kanska var tað júst hetta, sum hevði fest seg í minnið hjá Agnu. Tað er, tá vit koma í neyð, og grundvøllur okkara blívur ristur, at vit søkja frelsaran Jesus. Og eitt tema ígjøgnum bíbliuna er, at í neyðarstund okkara letur Gud seg finna, ja, hann møtir upp.

Sálmur 91 vers 15 sigur tað so beinrakið “kallar hann á meg, eg honum svari, í neyðum eg hjá honum eri. Eg hann frelsi og veiti honum æru.”

Eg gloymi ongantíð nærveruna og friðin eg fekk frá Jesusi á skjúkraleguni aftaná motorsúkkluólukkuna.

Eg gloymi heldur ongantíð, hvussu nær ið Jesus var í støðuni, tá Ann-Margit lág sundurbrotin í Hornbæk, og hvussu Margaret bað fyri dóttur síni og okkum. Eg merkti friðin og vónina, sum hon livdi í. Mong kunnu geva henda sama vitnisburðin.

Agna hevði uttan iva eisini í neyð síni kalla á Jesus um hjálp, so eg fór at seta henni henda spurningin:

“Kennir tú friðin og nærveruna hjá Jesus kring teg?”

Tá eg so kom inn í sjúkrastovuna, var tað hart at síggja hvussu sjúkan hevði tært uppá Agnu. Hon var nógv afturfarin, røddin var vikna, men hon var 100% klár í høvdinum. Vit tosaðu eitt sindur aftur og fram um ymist, og so spyrji eg hana spurningin, um hon kendi nærveruna av Jesusi í støðuni hon var í?

“Ja, eg merki friðin kring meg.” sigur hon.

Eg sigi so við hana, at vit eru so upptikin av lívinum, at tað er so lítið pláss til Jesus í okkara gerandisdegi. Men tá vit so koma illa fyri, ja so søkja vit Jesus í neyð okkara? Agna nikkaði og segði, at soleiðis hevði hennara lív eisini verið.

Eg spurdi síðani Agnu, er tú klár at møta Jesusi? Ja, eg eri klár, men so leggur hon afturat, “eg vildi so gjarna livað longri. Eg hugsi so nógv um Hans, Eivind og Katrin hvat skal blíva av teimum, tá eg ikki eri her meira”. Eg spurdi hana so, um eg kundi biðja fyri henni og tí, sum hon stúrdi fyri, og tað segði hon ja til. Hon helt fast um hendur mínar, og aftaná bønina las eg eitt brot úr bíbliuni og síðan fór eg heim.

Ímeðan eg koyrdi vestur kemur hetta sterkt til mín, at “tú mást biðja Agnu um at geva Jesusi syndirnar”. Eg fekk ikki frið fyri hesum, og dagin eftir ringdi eg til Hans um, hvussu tað hevði gingið hjá Agnu tann dagin, og um tað var møguligt at vitja hana einaferð afturat. Jú kom bara, hon er júst vaknað aftaná at hava verið burtur allan dag. Eg skundaði mær so á sjúkrahúsið.

Hon var ógvuliga troytt og hevði trupult við at hoyra meg, so eg mátti tosa beint við oyra, fyri at hon kundi hoyra og skilja. Aftur helt hon um hendur mínar við føstum takið.

Eg spyrji hana so, um hon ikki skuldi geva Jesusi syndir sínar? Hon hyggur so uppá meg og spyr, hvat eg meini við? Eg sigi, at tað er synd sum skilir menniskju frá Gudi og Jesus er “lambið”, sum tekur burtur okkara syndir. Men vit mugu geva honum tær. Vilt tú geva Jesusi syndirnar? Ja segði hon og nikkaði. So bóðu vit, og hon endurtók orðini sum eg segði. Í bønini bað Agna Jesus um fyrigeving og at vaska burtur allar syndir og misbrot síni. Og til endan bað hon Jesus og Heilaga Andan at koma inn í sítt lív. Aftaná at hava signað hana, sigur Agna hesi fittu orðini; “Eg elski Jesus.”

Tá Ruth systirin á eini seinni vitjan situr saman við Agnu, og tær tosa um ein silvur eingil, sum hon hevði fingið sum gávu, fer samtalan inn á himmalsku nærveruna og friðin. Tá sigur Agna við hana. “Jesus er her hjá mær” ja, Jesus er hjá tær, sigur Ruth. Men “eg síggi Jesus” sigur Agna. Sært tú hann? hugsaði Ruth og undraðist stórliga um hetta, sum Agna hevði sagt.

Jú Agna var klár at møta frelsara- og skapara sínum.

Eg skal enda við einum broti úr Sálma 91, har Guð sjálvur tekur til orðanna og umtalar Agnu.

Sálmur 91v14 «Tí at hon meg elskar, eg henni hjálpi, eg henni bjargi, tí hon kennir navn mítt;

Agna elskaði Jesus og Agna kendi navnið á frelsaranum. (sum vit júst hava hoyrt)

Og í vers 15 kallar hon (Agna) á meg, eg henni svari, í neyðum eg hjá henni eri. Eg hana frelsi og veiti henni æru.

Agna kallaði á Jesus í neyð síni og hann svaraði henni, og Hann stóð enntá við sjúkrasongina í neyð hennara.

vers 16 Við æviskeiði longum eg hana vil metta og lata hana skoða frelsu mína!»

Agna er nú í ævinleikanum í himli, har sum Jesus er. Har er eingin sjúka, eingin pína, eingin sorg ella deyði, men áðrenn hon fór úr sínum jarðiska likami opnaði Gud eyguni hjá henni, so hon sá yvirum deyðan, har frelsarin Jesus stóð klárur at taka ímótið henni. Navnið Jesus / Yeshua merkir frelsa.

Góði Hans, Eivind og Katrin. Lívið heldur fram og tómrúmið eftir Agnu kemur at merkja tykkara gerandisdag í langa tíð framyvir. Má Gud styrkja og ugga tykkum í sorgini og sakninum eftir Agnu. Tykkum elskaði hon fram um alt á hesi jørð.

Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minni um Agnu Egholm.

Við djúpari samkenslu

Jákup Sandberg Joensen