Tak eina norðatlantiska studentsútbúgving

Mentan03-01-2019 - 18:56 - Jóanis Albert Nielsen

Sum nakað nýtt fáa ung úr Føroyum, Íslandi, Danmark og Grønlandi nú møguleikan at taka eina felags norðatlantiska studentsútbúgving. Ung úr øllum fýra londunum koma í ein og sama flokk, sum fylgist øll trý árini, og undirvísingin fer fram á fýra norðatlantiskum samstarvsskúlum.

Fyrsta árið verður tikið á Gribskov gymnasium í Danmark, annað árið á Miðnámi á Kambsdali og Verzlonarskóla Íslands í Reykjavík og triðja árið á GUX Sisimiut.

- Nýggi útbúgvingarmøguleikin er bæði nýskapandi og serstakur. At savna næmingar úr Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Danmark í einum flokki við denti á norðuratlantssamstarv og náttúruvísund fer uttan iva at skapa sterkari bond millum londini - bæði mentanarliga og fakliga - og eg eri sera fegin um, at Miðnám á Kambsdali er við í eini slíkari slóðbrótandi verkætlan. Hartil er hetta eisini ein ótrúligur møguleiki fyri persónligari menning hjá áhugaðum ungdómum í Føroyum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

Norðatlantiski flokkurin er rættaður móti næmingum, sum hava serstakan áhuga fyri teimum norðatlantisku samfeløgunum og náttúruvísindum. Tey trý árini í teimum fýra londunum fara at geva næmingunum eina serstaka fakliga og mentanarliga uppliving og útbúgving.

- Øll, sum hava gingið á einum studentaskúla, vita, hvussu nógv hesi trý árini eru við til at mynda og búgva okkum sum menniskju. Hesin flokkurin fer uttan iva at geva næmingunum nakað heilt serstakt og verður eitt upplivilsi fyri lívið. Samstundis fer flokkurin eisini at skapa eitt serstakt norðatlantiskt netverk. Bæði millum næmingar, lærarar og skúlar, og tað gleða vit okkum til, sigur Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali.

Næmingarnir fara at hava felags lærugreinar, tó verður móðurmálsfrálæran hvør sær, soleiðis, at til dømis føroysku næmingarnir fáa undirvísing í føroyskum.

Útbúgvingin byrjar í august í ár og umsóknarfreistin til norðatlantiska flokkin er 1. mars.

Meira kunning um flokkin fæst á nordatlantisk.dk ella við at venda sær til Miðnám á Kambsdali.

6. februar 2019 verður eisini nærri kunning á árliga tiltakinum "opið hús" á Miðnámi á Kambsdali.