Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Tættir dystir í Burn-deildini

ítróttur14-09-2020 - 08:30 - Jóanis Albert Nielsen
Um vikuskiftið bleiv Burn-deildin hjá monnum skotin í gongd. 

Í Vestmanna tók VÍF ímóti StÍF. VÍF vann dystin 28-26, eftir hálvleiksstøðuna 12-17 til StÍF. Heini á Heygum fekk 12 mál fyri VÍF, og fyri StÍF fekk Bjarni í Selvindi 10 mál.

Í Havn tók Neistin ímóti KÍF. Neistin vann dystin 28-27, eftir hálvleiksstøðuna 13-11. Julian Kragesteen fekk 9 mál fyri Neistan, og fyri KÍF fekk Rúni Joensen 8 mál.

Í Klaksvík tók Team Klaksvík ímóti Kyndli. Kyndil vann dystin 23-25, eftir hálvleiksstøðuna 11-11. Valentino Valentakovic fekk 10 mál fyri Team Klaksvík, og fyri Kyndil fekk Tróndur Wardum 8 mál.