Tænastan við Karlstadmodellinum heldur fram

Politikkur03-05-2019 - 18:15 - Jóanis Albert Nielsen

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, fegnast um, at ein loysn nú er funnin, so netverkini við Karlstadmodellinum kunnu halda áfram.

Í samstarvi við Mentamálaráðið fer Sernám undir ein menningarleist, sum inniber, at starvsfólk byrja eina eftirútbúgving innan Karlstadmodellið í heyst. Málið er, at Sernám sum stovnur kann veita eina landsumfatandi tænastu.

Landsstýriskvinnan leggur dent á, at tað hevur stóran týdning, at góð tilboð eru til fjølbroyttu tørvirnar innan virkisøkið hjá Sernámi. Her eru netverkini, sum eru skipað eftir Karlstadmodellinum, ein góður háttur í málmenningini hjá nøkrum børnum við serligum avbjóðingum. Fakfólk, áhugafeløg og foreldur at hesum børnum hava verið sera væl nøgd við Karlstadmodellið, sum hevur gjørt stóran mun í málmenningini hjá hesum børnum.

Mentamálaráðið, 3. mai 2019