Tað verður munandi truplari at selja eitt leiguakfar

vinna15-12-2018 - 11:48 - Jóanis Nielsen

Kristina Háfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur 28. september lagt málið fram um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leigubilar og leingjan av freist).

Fíggjarnevndin mælir til at broyta lógina soleiðis, at kravið fyri mvg-frítøku skal vera, at:

• akfarið skal verða útleigað í 12 mánaðir til í minsta lagi 10 ymiskar leigarar 

• akfarið skal koyra í minsta lagi 10.000 km 

• mvg-undantøka kann í mesta lagi vera kr. 30.000 

• Haraftrat skulu demoakfør strikast í lógini

Tað sum undrar fólk almikið er, at í hesi tíð. har sera nógv ferðafólk koma á vitjan í landi okkara, so verður tað gjørt munandi truplari at leiga bilar út, tað er jú m.a. har, at fólk leggja nógvan pening eftir seg her hjá okkum.

Álitið sæst á leinkini niðanfyri.

 https://www.logting.fo/files/casestate/26075/046.18%20ALIT%20leigubilar%20.pdf