Tað var eitt flogfar úr Ukraine

top17-11-2017 - 23:48 - Jóanis Albert Nielsen
Fyri einum góðum hálvum tíma síðani, fór eitt flogfar forbíð Føroyar, sum larmaði sera illa. Flogfarið sum fleyg norðanfyri oyggjarnar var ávegis til Íslands úr Malmø í Svøríki.

Flogfarið larmaði sera illa, og fólk runt allar Føroyar hava hoyrt tað. Flogfarið er av slagnum Antonov An-12BK, og er eitt fraktflogfar. Flogfør av tí slagnum blivu gjørd frá 1957 til 1973. 

Flogfarið var á 25000 fót tá ið tað fór forbíð Føroyar. Flogfarið hevur 4 propellir, og tað kann hava gjørt sítt til at tað larmaði so illa.

Tað er flogfelagið Cavok Air úr Ukraine sum eigur flogfarið.