Tað taka vit eina aðru ferð.....? -the show must go on

politikkur07-02-2018 - 14:27 - Jóanis Nielsen

Týskvøldið var aftur kjak í KvF.

Sum vant var Fólkaflokkurin, sum samb. øllum veljarakanningum er størsti andstøðuflokkur, heldur ikki hesaferð boðin í studio, hóast flokkurin sat við fíggjarmálum farna valskeiðið.

Men hetta er nú meira regulin enn undantakið hjá almenna miðlinum, sum m.a. ikki eina tað einastu ferð hevur havt fyrrverandi landsstýrismannin í fiskivinnumálum í kjaki um fiskivinnupolitikkin og broytingarnar gjørdar eru, síðani henda sosialistiska miðlasamgongan kom í Tinganes. Tað er púrasta óhoyrt.

Deja vu

Týskvøldið var evnið so júst kunngjørdu treystitølini, sum greitt vísa minkandi álit á búskapargongdina – óivað orsakað av politiska hurlivasanum í samgongu og landsstýri og so ótálmaða almenna útreiðsluvøksturin, sum nú eftir góðum tveimum árum er fer at nærkast milliardini.

Eitt politiskt deja vu til yvirskriftirnar valdagin 8. november 1988, tá málgagn Tjóðveldis á forsíðuni kunngjørdi, at allir kassar vóru á tremur og landið fleyt í hunangi – og at tað var ikki var lætt at vera í andstøðu undir slíkum umstøðum....?

Stutt eftir fór landið á heysin og 7000 fólk rýmdu av landinum.

Sjálvrós

Í kjakinum var tað bera uttanumtos og so sjálvrós – sjálvsagt. Landsstýriskvinnan slapp ótarnað, mest átøk eini jukebox (sum altíð), upp í saman at lira av sær viðurskifti, sum farnu árini hava orsakað, at samfelagið nú er í fullum snúningum og sum gevur landskassanum munagott yvirskot.

Harumframt slapp hon eisini tvær reisur líka at stinga ímillum, at alt hetta sjálvsagt skal síggjast í mun til árligu milliarda undirskotini hjá undanfarnu samgongu!

Ikki komma flutt

At sosialistiska samgongan ikki hevur flutt eitt komma í fíggjarpolitikkinum hjá undanfarnu samgongu, sum bjargaði landi og landskassa frá kollapsi, og avhendi eina fíggjarlóg við nærum javnvági í 2015, aftaná góðari hálvari milliard í árligum halli fýra ár frammanundan, verður sligið uppí glens av verandi landsstýri og púrasta burturtagt av samgongumiðlunum.

At so landsstýriskvinnan og hennara javnar uttan íhald og upp í saman farna valskeiði avnoktaði allan førda politikkin og kravdu og boðaðu frá, at allur politikkurin skuldi rullast aftur, verður slettis ikki umrøtt – miðilin ger heldur ikki minstu roynd at rógva afturáftur allar niðrandi yvirlýsingarnar, sum við dyggari miðlahjálp bar andstøðuna út í Tinanes. Hvar er tann upphevjaði kritiski journalistikkurin nú?

800 mio útreiðsluvøkstur

Einki er rullað aftur, politikkurin var jú ein succes – einki arbeiðsloysi, fólkatalið fór at vaksa, inntøkur landskassans tóku dik á seg, kommunukassarnir fyltust o.s.fr.

Eingin spyr, hví sosialistiska samgongan breyt egnu lyfti, men ístaðin hevur hildið fram við borgarliga politikkinum, burtursæð frá, at almennu útreiðslurnar nú við útgjaring óforsvarliga eru bólgnaðar við 800 mio kr, pengar tiknir inn frá vinnu og borgarum.

Samgongan hevur soleiðis umvegis grunnar og kassar hækkað árligu útreiðslurnar við 4 til 5%, men sleppur uttan kritiskar spurningar at rósa sær av kamuflerandi vøkstri uppá 1,9%. Sjálvrós og reyp, sum sleppur at standa ókannað og ósvarað.

Avdúkandi munur á viðferð

Tá so formaður sambandsfloksins loksins í endanum av kjakinum skuldi svara uppá páhaldið um milliarda undirskotini hjá undanfarnu samgonguni, sum landsstýriskvinnan smáflennandi var sloppin at servera hyggjarunum tvær ferðir, var verturin skjótur at bróta av og siga:

”Tað taka vit eina aðru ferð….”!?

Hevði undanfarna samgonga fingið somu jaligu og kínandi miðlaviðferð, sum henda sosialistiska gongan uppí saman fær – ja, so sótu verandi landsstýriskvinna og hennara líkar framvegis í andstøðu og proklameraðu betrivitandi fráboðanir og luftkastellir.

Men tað var ongantíð ætlanin, so

- the show must go on.

Bjarni Djurholm