Tað snýr seg um at verja persónliga frælsið og privata ognarrættin Elsebeth

Politikkur20-11-2018 - 22:54 - Jóanis Albert Nielsen

Tá ið tú velur at umboða ein flokk, sum hevur eina greiða stevnuskrá, nevniliga tað at Fólkaflokkurin vil halda fast um og verja persónliga frælsið og privata ognarrættin, so er tað so avgjørt mín uppgáva sum formaður í Norðoya Fólkafloksfelag, at fortelja tær grundsjónarmiðini hjá Fólkaflokkinum.

Lógin hesum viðvíkjandi er sera greið og sum sagt, so dugi eg ikki at síggja athetta skal verða nakað aðalmál hjá Fólkaflokkinum, serliga tá ið hugsa verður um at Fólkaflokkurin vil halda fast um og verja persónliga frælsið og privata ognarrættin – og tað er her denturin verður lagdur á.

At koma við populistiskum hugsjónum, har man velur at ganga uppá komprimi við sína ideologi, haldi eg ongantíð er góður siður. Jú, Fólkaflokkurin er frælslyntur og jú, ein og hvør kann siga sína hugsan, men tá ið man er valdur til at umboða eina hugsjón, so er tað umráðandi at man í minsta lagi heldur seg til grundsjónarmið floksins.

Frælsi at siga sína hugsan er ikki altíð grundin til at siga sína hugsan. Ein hugsjónarlig meting eigur at verða gjørd soleiðis at hugsanin kann berast fram ella man kann velja at tiga.

Aðalmálið má jú altíð verða at umboða sín flokk á bestan hátt soleiðis at man kann fáa størst ávirkan sum flokkur og ongantíð ganga uppá komprimi við sína ideologi.

“I Rest My Case”

Símun Gullaksen