Tað handlar ikki um fisk

politikkur19-12-2019 - 21:03 - Jóanis Nielsen

Eg eri ein kvinna. Eg eri ung. Eg eri akademikari. Eg búgvi í Suðurstreymoy. Og eg havi ongantíð pissað í saltan sjógv. Kann eg loyva mær at hava eina meining um fiskivinnuuppskotið? Ja, tað kann eg. Tí tað handlar ikki um fisk. Um fiskifør, meskavíddir ella hvørji mið eru best at troyta. Tað handlar ikki um fiskivinnu sum fak, tí har er eingin ivi um, at tit, sum hava pissað í saltan sjógv eru serfrøðingarnir.

Vit viðgera í dag uppskot til løgtingslóg um sjófeingi. Tað, sum hetta uppskotið snýr seg um, er náttúrutilfeingi. Tað snýr seg um milliardavirðir, sum náttúran í tí umhvørvi, har vit búgva, har írskir munkar settu búgv fyri 1000 árum síðani, veitir okkum. Tað, sum vit øll liva av í hesum landinum.

Í øðrum londum hava tey trø, gull, kaffi ella korn. Í Føroyum eru vit vælsignað við nógvum góðum fiski í høvunum rundan um okkum. Men hóast vit øll ikki fiska fiskin, so eru vit øll við til at skapa virðir í samfelagnum. Lat okkum líka tosa um samfelagsvirðisketuna.

Samfelagsvirðisketan

Eitt føroyskt rugbreyð kostar 27 krónur, tá vit keypa tað í handlinum. Áðrenn tað liggur á handilshillini, hevur bakarin bakað tað. Fyri at kunna baka breyðið mátti bakarin hava mjøl. Mjølið kemur úr korni, sum náttúran hevur veitt honum.

Fiskurin er kornið – fyrsti liður í samfelagsvirðisketuni. Reiðarin er vinnulívsmaðurin, sum eigur bakaríið. Tann, sum fiskar, er bakarin, sum er settur í starv og fær sína væl uppibornu løn. Virðisketan hevur fleiri lið. Soleiðis er eisini, tá vit tosa um samfelagsvirðir.

Tað er ikki bara fiskimaðurin, sum eigur æruna av virðunum. Tann, sum klippir fiskimanninum skapar eisini virði. Tann, sum ansar børnunum hjá fiskimanninum í barnagarðinum, skapar eisini virði. Tann, sum veitir fiskimanninum røkt á sjúkrahúsinum, skapar eisini virði. Heimaarbeiðandi mamman skapar eisini virði. Vit eru øll við til at skapa virði í samfelagnum, hóast vit øll ikki eru á sama liði í samfelagsvirðisketuni.

Um virðini, sum vit vinna úr náttúrutilfeinginum í landinum ikki koma út í samfelagið, til øll hini, sum skapa virði í seinnu liðunum, so verða vit eitt fátækt samfelag. Eitt samfelag við fýra stórum bakaríum, sum vaksa seg størri og størri av mjølinum, sum vit sum samfelag lata teimum ókeypis til at vaksa seg størri við, meðan vit onnur hyggja at.

Hvør skal so sleppa at fiska fiskin?

- Far so og fiska, siga tey. Tí eg skal ikki loyva mær at tosa um fiskivinnu, um eg fái sjóverk umborð á Smyrli. Nei ikki skulu vit øll fiska.

Fiskivinnan skal vera burðardygg, rættvís og lønandi. Og tí er tað neyðugt, at vit avmarka, hvussu nógvum aktørum vit loyva inn í vinnuna. Men vit mugu minnast til, at tá vit tosa um eina so lønandi vinnu, so mugu vit tryggja okkum, at vit sum samfelag krevja nóg mikið frá teimum, sum eru so heppin, at tey fáa atgongd til tilfeingið.

Hetta haldi eg, at uppboðssølan er eitt gott amboð til at tryggja. At ein partur kundi verið oyramerktur til nýggjar, smærri aktørar er ein onnur søk.

Fámannaveldi ella Føroyar fyri øll

Hetta uppskotið, sum vit viðgera her í dag, handlar altso ikki bara um fisk. Tað handlar minst líka nógv um, hvat samfelag vit ynskja okkum. Vilja vit hava eitt fámennaveldi, so skulu vit bara taka undir við hesum uppskotinum. Vilja vit hava eitt samfelag fyri øll, so skulu vit hugsa okkum væl um. Tí tá fiskurin er farin á privatar hendur, er lítið annað at liva av í Føroyum. Vit hava einki gull, eingi trø, einki kaffi og einki korn. Tí mugu vit tryggja okkum, at fiskurin er og altíð verður fólksins ogn. Og at hann ongantíð verður latin í útlendskar hendur.

Lat okkum heldur í felag skapa góðar karmar fyri eina føroyska fiskivinnu. Eina vinnu, sum er burðardygg, lønandi og rættvís. Eina vinnu, sum er bygd á eitt tilfeingi, sum umframt at metta sjómannin, eisini tryggjar okkum øllum eitt vælferðarsamfelag í heimsflokki. Eitt vælferðarsamfelag við einum sterkum heilsuverkið, einum tryggum almannaverkið, einum skúlaverkið, har øll verða loftað, eini ríkari náttúru og eitt samfelag við einum blómandi vinnulívi.

Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin