Tað gekst framúr væl hjá Helga í altjóða kapping í Spania

ítróttur14-04-2019 - 22:53 - Jóanis Albert Nielsen

Í hesu vikuni hevur Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum luttikið í altjóða UCI XCS 1 kappingini Andalucia Bike Race í Spania. Hetta er ein sokallað stage race kapping, har kappast verður í 6 dagar á rað. Tað gekst framúr væl hjá føroyska súkklaranum, sum støðugt bardi seg upp í samlaðu kappingini.

“Eg havi luttikið ofta í tílíkum kappingum, og veit at styrkin hjá mær liggur í at halda á, tá ið kappingarneytarnir møðast. Eg havi eitt sindur fleiri tangentar at spæla á enn fleiri, tí eg eri sera væl fyri tekniskt samstundis sum eg eri sterkur. Nógvir eg kappist í móti eru bara sterkir, og eg kann møða teir yvir tíð við at súkkla betri enn teir.”

Soleiðis var Helgi Winther Olsen aftaná fyrsta dagin á einum samlaðum 86. plássi, men við einum flottum 33. plássi á kongaetapuni á 5. degnum endaði hann á einum samlaðum 42. plássi av útvið 700 luttakarum. Helgi Winther Olsen er nýliga fluttur heim aftur úr Danmark til Føroyar og venur nú til dagliga í Havn. Hann hevur seinastu árini kappast í donsku elituni. Spurdur um støði á kappingini, svarar Helgi Winther Olsen:

“Ja ja, millum heimsins sterkastu súkklarir eru við og hetta er næst hægsta kategori undir UCI, har bara World Cups, HM og tvær stage race kappingar sum hendan á HC støði sum eru sum Tour de France rangera yvir. Helmingurin av teimum frammanfyri meg eru fulltíðar professionellir og hava ikki starv við síðnar av súkklingini. Umframt heimsmeistaran í fjallasúkkling, var eisini ein fyrrverandi 3 faldur heimsmeistari í vegarsúkkling við. Mítt samlaða 42 pláss í hesum selskapinum eri eg sera stoltur av.”

Stóra málið fyri framman hjá Helga Winther Olsen eru oyggjaleikir á Gibraltar. Hann hevur fyrr luttikið og vunnið heiðursmerkir í bæði fimleiki og fjallasúkkling, men hesuferð verður saðlað um í roynd at umboða Føroyar í vegarsúkklingini.

“Síðani tað gjørdist greitt, at fjallasúkkling ikki verður partur av oyggjaleikum á Gibraltar, havi eg vant miðvíst móti at luttaka í vegarsúkklingini á leikunum. Ein kapping sum Andalucia Bike Race er ein perfekt kapping og venjingarlega hjá mær nú, tí at tú súkklar alt tú eigur 6 dagar á rað, og formurin fær ein beint frammaná. Tí at eg havi vant meira spesifikt móti oyggjaleikum í vegarsúkkling, eru teknisku førleikarnir hjá mær ikki heilt á sama støði sum áður, og eg gleðist yvir, at tað hóast hetta gekst so væl í fjallasúkklingini.”

Um úttøku og møguleika at kappast fyri Føroyar á Gibraltar, sigur Helgi Winther Olsen.

“Har eru enn nakrir mánaðir til oyggjaleikir, og eg ætli mær at halda á við miðvísu venjingin til vegarsúkkling og herja enn meira á. Sjálvandi við vón um, at eg verði úttikin. Úttøkukappingar eru lagdar ímeðan eg kappist í Spania, so eg fái ikki luttikið í hesum. Greiði sigurin hjá mær í Kring Føroyum í summar og tvær silvur og ein bronsa til FM kappingarnar í vegarsúkklingini, haldi eg vóru ein klárur indikatorur um støðið hjá mær, og eingin ivi er í, at eg brenni fyri hesum. Eg geri so mítt ydersta fyri at kunna umboða Føroyar við stoltleika enn einaferð, og eg veit, at eg eri millum tríggjar teir nógv sterkastu súkklararnar í Føroyum nú. Bæði Dávur Magnussen og Torkil Veyhe eru sjálvandi væl meira royndir vegarsúkklarir, men eg vóni eg kann hjálpa teimum eina løtu á krevjandi rutunum á Gibraltar og kanska serliga vera við til at styrkja liðið í tíðarkoyringini.”

Greinin er skrivað áðrenn landsliðið til Oyggjaleikirnar var úttikið fyrr í dag, les her hvør bleiv úttikin.