Tað er undarligt at Kristin og Bjarni gremja seg um Varðan Pelagic

Vinna15-08-2018 - 08:31 - Jóanis Albert Nielsen
So upprann dagurin, har ið landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, og politiski vinmaður hansara, formaðurin í metingarnevndini, trinu fram og kunngjørdu, hvørji tey útvaldu vóru. Politiska viðgerðin hevur verið drúgv. Politiska kabalin skuldi jú ganga upp. Tjóðveldiskabalin.
Tað er áhugavert at hoyra landsstýrismannin burturforklára, at talan er um politiska útlutan. Hann royndi at verja seg við ósannindum um, hvussu gamla lóggávan virkaði og varð umsitin.
Hann tosaði nógv, men segði onki, og svaraði ikki spurningunum. Ongin opinleiki. Hann tekur altíð frástøðu frá sínum egnu gerðum, tí at “onnur”, í hesum føri metingarnevnd og umsitingin í Fiskimálaráðnum, taka avgerðirnar, avgerðir, sum landsstýrismaðurin sjálvsagt eigur.
Landsstýrismaðurin, sum hevur talað harðliga ímóti politiskari útlutan, hevur nú staðið fyri tí mest skipaðu politisku útlutanini í nýggjari tíð.
Útlutanin var nøkunlunda soleiðis, sum ein hevði roknað við. Samgongan hevði frammanundan útilokað stórar partar av landinum, og harvið fleiri dugnalig vinnurekandi.
Sumt gevur betur meining enn annað. Tað undrar tó, at Varðin Pelagic, sum byggir virkið á Tvøroyri og er tað størsta og mest nýmótans virkið í heiminum, ikki kann vera ímillum tey útvaldu. Tað eru ikki fleiri, ið hava betur førleikar at virðisøkja og menna framleiðslu úr uppisjóvarfiski, enn Varðin Pelagic.
Tað er undarligt, at Kristin Michelsen og Bjarni Hammer gremja seg um Varðan Pelagic. Teir hava við lóggávu minkað grundarlagið hjá Varðanum við nærum einum triðingi. Teir hava enn ikki funnið útav, sum restin av Javnaðarflokkinum, at tað eru Høgni Hoydal og Tjóðveldi, sum stýra politikkinum.
Kringvarpið er, sum altíð, viðspælari hjá Høgna Hoydal og samgonguni. Politiska útlutanin verður lýst positivt í Kringvarpinum. Hetta er sama Kringvarpið, sum í 2015, tá undirritaði var landsstýrismaður, gjørdi sendirøðir við ódokumenteraðum pástandum, har ið tann eina sendingin, við heitinum “Oyðandi gávubúðin”, við ósannindum royndi at seta meg í samband við eitt ávíst reiðarí í Suðuroynni.
Tað er ofta langt ímillum orð og gerðir í politikki. Sitandi samgonga hevur tó met í so máta.

Jacob Vestergaard