Tað er spell, at stuðulin til kunningarstovurnar verður strikaður

06-08-2018 - 20:48 - Jóanis Albert Nielsen

KVF: Sum nú er, verða 1,5 milliónir krónur latnar til kommunurnar at geva kunningarstovunum. Men frá 1. januar 2019 verður eingin stuðul latin.

Tá kunnu kommunurnar søkja um pening úr eini pulju á tvær milliónir krónur tilsamans, sum er ætlað vinnuligum og kommunalum ætlanum hjá kommununum.

Aimé Jacobsen, sum er borgarstjóri í Sørvágs kommunu, sigur, at tað er ein trupulleiki, at kunningarstovurnar missa tann stuðulin.

Tó vísir borgarstjórin á, at tað er ein fyrimunur, at stuðul verður latin kommununum, soleiðis at tær kunnu menna karmarnar kring vaksandi ferðavinnuna í Føroyum, lurta her.