Tað er nú vit skulu reisa okkum

ítróttur14-10-2018 - 10:53 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Tað gekk als ikki eftir vild hjá føroyska landsliðnum ímóti Aserbadjan í UEFA Nations League. Gestirnir á Tórsvølli vunnu 3-0. Men liðskiparin vónar, at vit longu sunnudagin reisa okkum aftur.

- Fyri at siga tað pent, so var hetta nakað forferdiligt lort. Teir hava tveir kjansir, og fáa trý mál, meðan vit hinvegin spæla okkum til fleiri møguleikar, men standa alíkavæl eftir við ongum. Ræðuliga skuffandi!

Føroyski liðskiparin, Atli Gregersen var av góðum grundum ein skuffaður maður eftir dystin móti Aserbadjan, sum fór av Tórsvølli við einum 3-0 sigri í skjáttuni. Føroyska liðið hevði bóltin nakað meir enn gestirnar, og kom eisini fram til fleiri góðar møguleikar. Men bólturin vildi ikki inn.

- Men tað er nú, at vit skulu reisa okkum aftur, og vónandi koma nakrir áskoðarar – teir eru nokk eisini skuffaður av okkum spælarum – at stuðla okkum sunnudagin, tá vit skulu møta Kosovo.

- Møguleikin at spæla okkum víðari í kappingini er ikki stórur, men hann er har, og honum fara vit sjálvandi eftir, sigur Atli Gregersen við heimasíðuna hjá FSF.

UEFA Nations League dysturin millum Føroyar og Kosovo verður sunnudagin klokkan 17:00. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.