- Tað er ikki lætt at síggja besta bussin man eigur fara upp í royk

12-03-2019 - 09:00 - Jóanis Albert Nielsen

Tíbetur "bert" materiellur skaði. Men tað er ikki lætt at síggja besta bussin man eigur fara upp í royk. Ongin fólkaskaði, øll tey ferðandi hava tað gott. Sjafførurin og ferðaleiðarin vóru sera professionellir og syrgdu fyri at øll ferðandi komu væl og virðiliga úr bussinum, innan eldurin festi orduliga í bussin. Alt ov tíðliga at siga hví hetta er hent, skrivar Magni Mouritsen eigari av MB Tours á Facebook.